Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um týningarevni í matvørum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við týningarevnum í matvørum í føroyskum handlum?

2. Er týningarevnið Chlorpyrifos, sum er bannað í ES og Danmark, loyvt at brúka í Føroyum?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera reglur fyri, hvørji týningarevni kunnu brúkast, og hvørji ikki kunnu brúkast í Føroyum?

Svarað verður undir einum
Í Føroyum er eingin lóggáva um týningarevni í matvørum. Í ES, haðani flestu matvørur, sum verða innfluttar til Føroya, koma, eru reglurnar um týningarevni í matvørum ásettar í ESfyriskipan nr. 396 frá 2005. Í hesum reglum eru ásett mørkini fyri mest loyvdu nøgd av týningarevnum (Maximun Residue Level) í matvørum.

Meginparturin av innfluttum matvørum kemur úr Danmark, har omanfyrinevndu ES-reglur eru galdandi. Danska Fødevarestyrelsen hevur bæði stakeftirlit og eftirlit við vørum, sum stýrið hevur illgruna til, og eftirlitið fevnir bæði um vørur, framleiddar í Danmark, og vørur, innfluttar til Danmarkar. Um Fødevarestyrelsen afturkallar eina vøru, t.d. vegna leivdir av týningarevni, afturkallar Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini vøruna, um hon er seld í Føroyum.

Í ár hevur matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni sum eitt átak kannað, um leivdir av týningarevnum eru í grønmeti og frukt, bæði føroyskum og útlendskum. Tilsamans 18 ymsar vørur eru kannaðar fyri 742 ymisk týningarevni, m.a. Chlorphyrifos. Fyribils úrslitini vísa, at vørurnar lúka treytirnar í ES-lóggávuni. Endaliga frágreiðingini kemur fyrst í 2022.

Einki lógarásett yvirlit yvir loyvd ella bannað týningarevni er galdandi í Føroyum, men um Heilsufrøðiliga starvsstovan í sínum eftirliti staðfestir ella fær kunnleika til, at framleiðarar brúka ólóglig týningarevni, sbr. omanfyrinevndu ES-reglum um týningarevni, ella um loyvd týningarevni verða funnin í matvøru í Føroyum í nøgdum omanfyri loyvd markvirði, setur Heilsufrøðiliga starvsstovan forboð fyri at selja hesar matvørur. Heimild fyri hesi avgerð er ímatvørulógini.

Sum nevnt er í føroyskari lóg einki samlað yvirlit yvir loyvd ella bannað týningarevni í matvørum, og tí heldur starvsstovan seg til tey yvirlit, sum eru ásett í øðrum Norðurlondum.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 15. desember 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo