Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Foreldramyndugleikalógin

Spurningar:
1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?

2. Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í foreldramyndugleikalógini?

Viðmerkingar:
Tað eru nógv foreldur í Føroyum, sum hava trupulleikar ella avbjóðingar við rættindum hjá barninum og felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa, herundir hvørji rættindi og skyldur eru galdandi.

Í t.d. Danmark er lóggávan á hesum økinum dagførd fyri langari tíð síðan.

Sambært samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær hetta fyri: “Foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest.”

Nú er ein rúm tíð fráliðin, síðan samgonguavtalan varð undirskrivað, og vit eru skjótt við at enda triðju tingsetuna, og enn er onki lógaruppskot hesum viðvíkjandi lagt fyri Løgtingið.

Tað hevur týdning at vita, nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær meira skipað og dagførd viðurskifti. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 1. februar 2022
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo