Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsulýsingin hjá Landslæknanum: Landslæknin hevur ábyrgdina av, hvussu farast skal fram við fyribyrging og smittusporan av smittandi sjúkum. Fleiri av hesum sjúkum skulu fráboðast skrivliga, meðan aðrar skulu fráboðast umvegis telefon til Landslæknan - í teimum førunum, har myndugleikarnir mugu bera skjótt at.

Landslæknin er partur av Styrelsen for Patientsikkerhed undir danska heilsustýrinum, og herundir hoyrir Statens Serum Institut, hagar Landslæknin vendir sær við spurningum um smittandi sjúkur. Bæði Landslæknin og Statens Serum Institut hava vakt alt samdøgrið.

Áðrenn fyrsti tilburðurin av Covid-19 kom til Føroya, var ein krepputilbúgving skipað í Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevði fundir dagliga, har eisini Landslæknin luttók. Í Føroyum var skipað fyri sambandi millum sjúkrahúsverkið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna (HFS) so kanningar fyri Covid-19 kundu fremjast, um hetta bleiv neyðugt. Skipanirnar vóru klárar áðrenn fyrsti tilburðurin av Covid-19 bleiv staðfestur tann 03.03.2022.

Landslæknin gjørdi mannagongdir og rættningslingur til handfaringina av Covid-19, herundir smittusporan við at seta seg í sambandi við tann smittaða og tøtt sambond hjá tí smittaða. Tað var tætt samstarv við serlæknan í smittandi sjúkum á Landssjúkrahúsinum, sum gjørdi rættningslinjur til sjúkrahúsverkið í tøttum samráði við Landslæknan. Farsóttarnevndin í Føroyum hevði ikki havt ein einasta fund seinastu 6 árini og hevði fyrsta fundin um korona áðrenn Covid-19 bleiv staðfest í Føroyum. Føroyska krepputilbúgvingin var longu sett og hevði regluligar fundir, men hon bleiv savnað til fund, tá fyrsti tilburðurin av Covid-19 bleiv staðfestur.

Covid-19 varð mett sum ein álvarslig sjúka, og kanningarstovurnar skuldu fráboða positivar tilburðir til Landslæknan umvegis telefon. Landslæknin setti seg síðani í samband við tann smittaða og gjørdi eina neyva smittuporing. Landslæknin førdi eisini hagtøl yvir allar kanningar, tey positivu og greinaði smittuketur. Út frá hesum fráboðaði Landslæknin dagliga hesi hagtøl og tá serlig útbrot vóru, bleiv hetta alt fyri eitt fráboða til politisku myndugleikarnar og viðkomandi stovnar. Nøkur tíðarskeið Heilsulýsing fyri Føroyar 2022 45 var ov trupult at handfara tað stóra arbeiðið við smittusporing og í hesum tíðarskeiðum fekk

Landslæknin holla hjálp frá starvsfólkum hjá Politinum og Ríkisumboðum til smittusporan. Seinni blivu fleiri starvsfólk sett í starv til smittusporan og eitt langt tíðarskeið vóru 18 fulltíðarsett størv hjá Landslæknanum.

Danmark og Føroyar høvdu stórt sæð eins lóggávu á økinum áðrenn koronakreppan kom. Føroyska samfelagið er lítið við tøttum sambondum. Fólkið tók væl undir við tilmælunum og tað var bert í einstøkum førum, at tilmælini ikki blivu hildin. Harumframt er eitt stórt sosialt eftirlit í Føroyum, sum hevði við sær, at tilmælini blivu hildin og tað bleiv ikki neyðugt at seta lógarkrøv í verk. Landslæknin valdi nokkso tíðliga ikki at fylgja donsku rættningslinjunum frá Sundhedsstyrelsen, men gjørdi føroyskar rættningslinjur, sum fóru til orðaskifti í Farsóttarnevndini. Til dømis hildu vit í Føroyum fram við at royna at byrgja smittuna inni, hóast Danmark gavst við hesum. Sum fráleið og fleiri upplýsingar blivu savnaðir, var tað gjørligt at gera tilmælir útfrá hesum, sum vístu at verða til stóra nyttu.

Koronakreppan hevur víst, at føroyska tilbúgvingin og serroyndirnar hjá Landslæknanum við smittandi sjúkum virkaðu sera væl og føroyska samfelagið kom úr kreppuni í øllum góðum. Einki samfelag í heiminum virkaði so normalt, sum tað føroyska og sjúkleikin og deyðleikin var sera lágur. Samstundis var samfelagið opið, hevði fáar avmarkingar og ein hevði møguleika at ferðast uttanlands. Í tíðarskeiðum skuldu fólk í sóttarhald, tá tey komu til landið fyri at minka um smittusspjaðingina. Tað, at fólk skuldu kannast, tá tey komu til landið, vísti seg eisini at vera eitt sera gott amboð til at minka um smittuspjaðingina av covid-19.

Koronakreppan er ikki av enn og Landslæknin hevur enn starvsfólk sett í tilbúgvingini, um korona fer at taka dik á seg aftur. Koronavirus muterar ofta og nýggj sløg kunnu koma. Koppsetingin hevur virkað, men skal tillagast leypandi fyri at verja móti nýggjum sløgum av korona. Tískil verður framvegis bjóðað ein boost- koppseting móti korona og samfelagið eigur framvegis at ansa eftir teimum gomlu og veiku, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsama sjúk, um tey verða smittað. Yvirlit yvir Covid-19 positiv frá fyrsta tilburði í mars 2020 til hildið varð uppat við at kanna pr.

Hægsta talið av positivum pr. dag var 1265. Tað var tann 07.02.2022.

Les alla heilsulýsingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo