Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Týsdagin 13. september 2022 fer verkætlanin at leggja á millum Løgtingið og Ráðhúsið í gongd, og í hesum sambandi verður ferðslan løgd um. Framyvir verður ferðslan eftir Niels Finsensgøtu einvegis omaneftir frá Sverrisgøtu til Mylnugøtu.

Hetta merkir, at tað ikki longur verður møguligt at koyra niðan á Vaglið eftir Niels Finsensgøtu frá Mylnugøtu og Áarvegnum.

Skalt tú koyra eftir Niels Finsensgøtu á strekkinum millum Sverrisgøtu og Mylnugøtu ella til parkeringsøkið á Vaglinum, mást tú koyra niðan eftir Tinghúsvegnum og síðan oman eftir Sverrisgøtu til Niels Finsensgøtu.

Ferðsluviðurskiftini annars eru óbroytt í økinum. Kommunan heitir í hesum sambandi á øll um at vísa serligt varsemi, nú broytingin verður sett í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo