Almanna- og Heilsumálaráðið: - Tað er avgerandi, at leigan verður so lág sum gjørligt, og Bústaðir meta, at leigan verður 3.500 krónur um mánaðin fyri eitt stak-kamar á 17 fermetrar. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, um verkætlanina at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 til lestrarbústaðir.
Tørvurin á lestrarbústøðum í Føroyum er sera stórur – og tørvur er á at finna eina brúkiliga og skjóta loysn. Við at umvæla Eirargarð 2 til lestrarbústaðir fæst ein loysn, sum bæði er skjót, fíggjarliga skynsom og haldfør.
Ætlanin er at gera 35 stak-kømur og 10 dupult-kømur.
- Við at seta Eirargarð 2 í stand, kunnu vit útvega lestrarbústaðir skjótari og bíligari enn við nýbygging, leggur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum aftrat.
Ætlanin er at gera so fáar umvælingar sum gjørligt – tó nóg mikið til, at bygningurin verður tryggur og hóskandi hjá lesandi at búgva í. Soleiðis verður byggikostnaðurin hildin niðri. Hetta tryggjar eina so lága húsaleigu sum gjørligt.
Tað er sera kostnaðarmikið at byggja nýtt. Ein nýggj verkætlan hevði kravt bæði nýtt grundøki og nógv størri íløgu, og tað hevði merkt hægri leigu fyri tey lesandi. Við Eirargarði 2 fáa vit bústaðir skjótari og fyri ein kostnað, sum lesandi kunnu bera.
Bygdur til endamálið – klárur at tæna lesandi aftur
Eirargarður 2 varð upprunaliga bygdur til sjúkrarøktarfrøðilesandi at búgva í. Grundleggjandi er bygningurin í góðum standi, og kann við avmarkaðum umvælingum gerast hóskandi til lesandi at flyta inn í skjótast gjørligt.
Umhvørvisliga er tað eisini ein fyrimunur at umvæla, fram um at byggja nýtt. At gagnnýta ein verandi bygning minkar tilfeingisnýtslu og CO₂-útlát og tryggjar, at ein bygningur við góðari staðseting í Tórshavn framhaldandi verður brúktur.
Verður bygt nýtt tekur tað fleiri ár, áðrenn lestrarbústaðirnir kunnu standa klárir. Grundøki hanga ikki á trøunum – og slett ikki við líknandi staðseting, sum Eirargarður hevur, tætt við lestrarumhvørvið og býarlívið.
Politisk semja og framdrift
Í september var breið semja í Løgtinginum um at lata Bústaðir ræðið á bygninginum í óavmarkaða tíð, soleiðis at verkætlanin kann fremjast skjótt og trygt.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, og eingi mótmæli komu inn, tá uppskotið varð til ummælis. Málið liggur nú til góðkenningar hjá avvarðandi myndugleikum, og farið verður í gongd, so skjótt øll loyvi eru fingin upp á pláss.
Verkætlanin er mest sum klár at fara í alment útboð. Mett verður, at arbeiðið tekur umleið 12 mánaðir, tá farið er undir arbeiðið.
Hetta er ein góð loysn – fyri tey lesandi, fyri bústaðarmarknaðin og fyri samfelagið sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



