Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í døgunum 26 - 31. Juli kemur Aarhus U á vitjan, og fer at hava 4 konsertir í Føroyum

UM KÓRIÐ
Aarhus U, sum kórið nevnist, er eitt blandað ungdómskór úr Aarhus, sum telur 40 ágrýtnar kórsangarar í aldrinum 15-26 ár. Við sínum 40 sangarum er kórið eisini tað størsta av sínum slag í Danmark. Kórið hevur útmerkað seg við m.a. at vinna gull á European Choir Games í 2019 í bólkinum “Champer Choirs and Vocal Groups” og fekk eisini gull í bólkinum “Grand Prix of Nations”

Summarið 2021 var hevði kórið eina “Dómkirkju turné”, við konsertum í øllum teimum donsku dómkirkjunum. Kórið hevur eisini sungið beinleiðis í DR, framført fyri H.M. Drotning Margrethu, og sungið saman við Tina Dickow og Aarhus Jazz Orkestri.

UM KÓRLEIÐARAN
Síðan oktobur 2017 hevur Jonas Rasmussen staðið á odda fyri Aarhus U. Jonas hevur útbúgving sum kórleiðari frá “Kungliga Musikhögskolan i Stockholm” og “University of Cambridge í Englandi” og hevur við sínum trimum kórum, Akademisk Kor Århus, Barbershopkórinum BarbAros og ungdómskórinum Aarhus U, vunnið fleiri altjóða virðislønir.

Jonas er eisini kórkonsulentur fyri KORLIV, sum er kórfelagsskapurin hjá donsku fólkakirkjuni. Hann undirvísir í kórleiðslu á “Det Jyske Musikkonservatorium” og er harumframt eisini bass sangari í barbershopkvartettini HusAar.

KONSERTIRNAR – LÍVSINS SANGUR
Á hesi kórferðini við Aarhus U framføra ymisk kórverk, undir høvuðsevninum “Lívsins sangur”. Gjøgnum konsertina verða áhoyrararnir soleiðis leiddir gjøgnum eina ferð sum gongur frá barndómi til deyða. Skráin er samansett, soleiðis at tey einstøku verkini umboða ymiskar fasur í einum mannalívi. Kórverkini siga bæði frá argan í barnagørðum, ungan kærleika, giftarmál, skilsmissur, lívskreppur og hugsanir um deyðan.

Á síni Føroyaferð kemur kórið at hava hesar konsertir:

26 juli kl 16.00: Fuglafjarðar kirkja

26 juli kl 19.30: Christianskirkjuni í Klaksvík

27 juli kl. 16.30: Dómkirkjuni í Havn

31 juli kl. 16.00: Endabrak – konsert í Gøtu Kirkju saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo