Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 75/2021: Uppskot til løgtingslóg um sjálvboðið føroyagjald

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, hevur lagt málið fram 22. februar 2022, og eftir 1. viðgerð 10. mars 2022 er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. mars 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen, saman við TAKS.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Erhard Joensen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang) tekur ikki undir við málinum, men hevur ymiskar viðmerkingar: Erhard Joensen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen og Aksel V. Johannesen hava hesar viðmerkingar:

Endamálið við uppskotinum er at seta á stovn eina nýggja skipan, sum gevur fólki og virkjum møguleikan at tekna seg til sjálvboðið at gjalda 2% í eykaskatti til tess at minka um árligu ríkisveitingina úr Danmark.

Tey, ið sjálvboðin vilja gjalda tað sonevnda føroyagjaldið, skulu boða TAKS frá hesum, tó í fyrsta lagi fyri skattaárið 2023.

Landsstýrið skal so brúka ta upphædd, ið kemur inn á hvørjum ári, til í samráðing við donsku stjórnina at lækka ríkisveitingina eftirfylgjandi ár, soleiðis at skilja, at tað, sum kemur inn í serskatti í 2023, skal brúkast til at mótrokna við í ríkisveitingini í 2025.

Fyri landsstýrið fylgir tó tann treyt, at um innkomni serskatturin stendur í stað ella minkar í eitt ella fleiri eftirfylgjandi ár, skal ríkisveitingin ikki økjast aftur við teirri upphædd, sum inngjaldið minkaði, men standa í stað.

Undirritaðu halda, at uppskotið má metast at vera eitt av teimum meira dreymakendu, sum eru endað á tingborði, hóast tað umsitingarliga hevði latið seg gjørt.

Innkrevjing av skatti eigur á ongan hátt at verða framd við sjálvbodnum samtykki, men bert sum alment galdandi lóggáva, uttan mun til hvussu heiðurligt endamálið kann tykjast fyri uppskotssetaran.

Undirritaðu halda eisini, at um man ynskir at lækka ríkisveitingina, kann hetta lættliga gerast við samráðingum millum landsstýrið og donsku stjórnina, uttan at hetta skal fíggjast av einum serskatti.

Undirritaðu taka ikki undir við málinum.

Ruth Vang hevur hesar viðmerkingar:
Viðgerðin hevur staðfest, at tað er breið undirtøka í tinginum fyri at avtaka ríkisveitingina. Tað er í dag sera torført at vísa á rímiligar orsakir til at halda fast við verandi veiting. Sæð í tí ljósinum er tað undranarvert, at ítøkilig politisk stig ikki eru tikin seinastu 20 árini á tí leiðini.

Uppskotið um sjálvboðið føroyagjald er eitt symptom uppá politiska máttloysið á hesum øki og ein alternativ roynd at náa málið um ein sjálvberandi búskap. Undirritaða heldur tó, at tað er Løgtingið, sum eigur ábyrgdina av inntøkum og útreiðslum á fíggjarlóg landsins, og tí kann ein so yvirskipað avgerð ikki latast einstaka føroyinginum. Haraftrat krevur ein avtøka av ríkisveitingini eina tilsvarandi tillaging av fíggjarpolitikkinum, sum einstaki føroyingurin neyvan kann ábyrgjast fyri.

Hóast undirritaða tekur fult undir við endamáli uppskotsins, er hon sannførd um, at avgerðin um avtøku av ríkisveitingini skal takast í Løgtinginum, um ikki danir sjálvir taka avgerðina.

Undirritaða tekur tí ikki undir við málinum.

Við hesum ymisku viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 21. apríl 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo