Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vága Pensjónistafelag: Hósdagin, 27. oktober kl. 19 skipar Vága Pensjónistafelag fyri spælikvøldi. Limirnir fara at spæla øll tey vanligu spølini; kortspøl og borðspøl, og møguleiki verður eisini at royna okkurt spæl, sum tú ikki hevur roynt áður. Drekkamunnur verður og felagssangur.

Endamálið við kvøldinum er at koma saman til hugnaliga samveru, og um undirtøkan verður nóg góð, fer felagið at endurtaka slík kvøld, og tá kanska vit eisini fara at spæla onnur spøl. At spæla er ikki bara kapping, men eisini undirhald, ein máti at menna vitið og røkja andaligar førleikar. Tiltakið verður í Bygdahúsinum í Miðvági.

Vága Pensjónistafelag fer annars at hava limatiltak aftur í november, og jólaveitslan verður væntandi fyrst í desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo