Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Hanus Kamban, sum hevur granskað Stefan Zweig og júst hevur lisið "Schachnovelle", fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið.

Nýggi týski filmurin ”Schachnovelle” byggir á metsølubókina, sum eysturríkski Stefan Zweig skrivaði í Brasil frá 1938 til 1941, tá hon kom út og gjørdist hansara seinasta og kendasta ritverk.

Hetta er ein stórbærur sálarfrøðiligur spenningsleikur, meistarliga filmaður og kliptur sum tað sømir seg einum avgerandi talvi, har spælt verður um lívið og tilveruna.

Vit eru í Wien í 1938. Nazistarnir hava tikið Eysturríki og sakførarin Bartok verður handtikin og settur í Hotel Metropol, har Gestapo er flutt inn og hevur gjørt sær høvuðssæti. Teir vita, at Bartok hevur koturnar til allar tær risaupphæddir, sum múgvandi fólk hava í bankanum. Tá Bartok noktar at geva nazistunum koturnar, verður hann avbyrgdur í einum kliva.

Í einum marrudreymi, sum í ”Shutter Island” (2010) gera nazistarnir alt, teir eru mentir, at taka mótið frá Bartok og bróta hann niður sum menniskja. Men eingin veit, at í klivanum hevur Bartok fjalt eina heilt serliga bók. Tað er ein bók um talv, ið gevur søguni og filminum navn.

Nú verður kappingin millum Bartok og nazistarnar eitt talv, har hvør leikur elvir til ein mótleik, har lívið er uppá spæl.

Leikarar eru Oliver Masucci, Birgit Minichmayr og Rolf Lassgård. Týski Gerd Oswald gjørdi film úr somu søgu í 1960.

Sýningin, sum er almenn, er í Filmsfelagnum mikukvøldið 20. oktober kl 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo