Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað var ikki eitt av teimum góðu árunum hjá smápartafelagnum El-Talvuvirkinum í Gøtu í fjør. Hallið áðrenn skatt gjørdist 1,7 mió kr og eftir skatt 1,4 mió kr. Tað er nógv tað lakasta árið hjá felagnum.

Tølini vísa, at samstundis sum bruttovinningurin minkaði úr 8 niður í 7 mió kr, so vuksu útreiðslurnar til starvsfólk við eini líka stórari upphædd. Og tá avskrivingar og rentur liggja á sama stigi sum undanfarin ár, so er úrslitið, sum í 2018 var 277 tkr eftir skatt, ov lítið til at standa ímóti við.

Felagið var við ársbyrjan kortini væl fyri, við góðum gjaldføri og eini eginogn uppá góðar 3 mió kr. Men kortini hevur grannskoðarin gjørt eina sonevnda "óvissa um going concern" notu í roknskapin.

- Raksturin hjá felagnum hevur í árinum verið sera nógv tengur at tí eina stóra arbeiðnum. Eftir árslok 2019 var heimurin raktur av COVID-19 farsóttini, og hevur hetta havt eina neiliga ávirkan á raksturin hjá felangum fyri 2020. Hetta hevur viðført eina óvissu um framhaldandi rakstur. Leiðslan væntar tó, at felagið hevur nóg mikið av gjaldføri til at halda sínar skyldur mótvegis ognarum og lánsveitarum. Roknskapurin er tí settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo