Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Justin Philbrow, Martin Andreas Kruse, Ninna Herdis Danielsen, Helgi Arntórsson og Høgni S. Reistrup

Justin Philbrow, Martin Andreas Kruse, Ninna Herdis Danielsen, Helgi Arntórsson og Høgni S. Reistrup

Justin Philbrow, Martin Andreas Kruse, Ninna Herdis Danielsen, Helgi Arntórsson og Høgni S. Reistrup

Leygardagin 23. januar 2021 var stovnandi aðalfundur fyri Elbilafelagnum. Fundurin varð hildin í Norðurlandahúsinum. Elbilafelagið er eitt nýtt áhugafelag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførðum.

Endamálið felagsins er:
⦁    At savna fólk, ið hava áhuga í el-akførum.
⦁    At veita almenna kunning um el-akfør.
⦁    At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar fyri el-akførum.

Áhugin fyri elbilum í Føroyum er vaksandi. Í fjør vóru 132 elbilar skrásettir í Føroyum, og vøksturin er 74% borið saman við árið fyri. Nú eru 307 elbilar skrásettir í Føroyum. Politiskt verður eisini skumpað undir, at fleiri velja sær elbil, tá ið fólk skulu skifta bil. Hetta verður gjørt til tess at alsamt fleiri skifta yvir til varandi orku so við og við.

Fólk hava eftirlýst eitt elbilafelag, og á elbiladegnum, sum var í Norðurlandahúsinum í novembur í fjør, tóku nøkur stig til at lodda dýpið, hvørt nóg stór undirtøka var fyri at stovna eitt felag. Tað gjørdist skjótt greitt, at nógv vildu vera við.

Á stovnandi aðalfundinum var ein 3 mannanevnd vald og 2 tiltakslimir. Nevndin skipaði seg seinni við Martin Andreasi Kruse sum skrivara, Ninnu Herdis Danielsen sum næstforkvinnu og Justin Philbrow sum formanni. Tiltakslimir eru Høgni S. Reistrup og Helgi Arntórsson.

Áhugað kunnu leita sær kunning á elbilafelagid.fo, og har ber eisini til at tekna seg sum lim. Á stovnandi aðalfundinum var avgjørt ikki at taka limagjald.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo