Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elding.fo: Winthers Heilsøla hevur verið kend fyri at umboða ymiskar handilsvørur kring allar Føroyar í 38 ár. Millum vørurnar kunnu nevnast: knívahvessarar, handskar, amerikanskar -steikigrýtur, desinfector v.m.

Nú Herman Winther letur sítt virksemið yvir til Elding Business, hevur hann havt handilsvirksemið í heili 58 ár, harav 38 ár við heilsøluvirksemi.

Tað verður Fanny Winther Eiriksfoss, ommu- og abbadóttur Turid og Herman Winther, sum framyvir vegna Elding Business fær høvuðsábyrgdina at umboða og selja vørurnar, sum Winthers Heilsøla umboðaði.

Kundar hjá Winther Heilsølu eru framyvir vælkomnir at seta seg í samband við Elding Business ella koma inn á gólvið í framsýning okkara á Smiðjugerði 3 í Havn.

Elding Business takkar Turid og Herman Winther fyri teirra stóra arbeiðið og trúfest síðstu árini og takkar fyri vísta álitið, at Elding Business kann umboða og selja vørurnar víðari framyvir.

Móttøka verður í hølunum hjá Elding Business, fríggjadagin 6. Januar 2023 frá kl. 14.00 – 16.00.

Møguleiki er at heilsa uppá Turid og Herman Winther umframt starvsfólkini hjá Elding Business.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo