Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða eldradagurin verður hildin fríggjadagin 30. september 2016. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa í felag fyri eldradegnum í høvuðsstaðnum.

Skráin sæst HER

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heitti í 2009 á kommununa um, at ein dagur í árinum skuldi verða ásettur at vera dagur teirra eldru. Sosiala nevnd tók beinanvegin undir við áheitanini. Síðani varð farið til verka.

Við tiltakinum eru Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av altjóða arbeiðinum, sum varpar ljós á umstøðurnar og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgarum okkara.

Sameindu Tjóðir samtykti fyrst í 90'unum at skipa ein altjóða eldradag. Fyrsti eldradagurin í Tórshavnar kommunu varð hildin í 2010.

Faldari er borin út til øll húski í Tórshavnar kommunu fyrr í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo