Finska bjargingartænastan skrivar á Twitter at hon hevur fingið fráboðan um eld umborð á russiskum oljutangaskipi.
Tangaskipið er 250 metrar langt og er undir estiskum bjargingarøki, verður sagt.
Sambært Marinetraffic er skipið frá 2009 og er á veg frá oljureinsiverki í Russlandi til Turkalands, skrivar Yle.
Onnettomuus alus Alexia on Viron meripelastusvastuualueella noin 10 meripenikulmaa Porkkalasta etelään. Kyseessä 250 metriä pitkä tankkialus. Tiedotetaan lisää hetken päästä.
— Merivartiosto - SLMV (@Merivartiosto) September 22, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo