Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mikukvøldið 30. novembur kl. 19 verður valtiltak á enskum á Reinsarínum. Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum ikki skilja føroyskt, men øll við áhuga í integratión, tilflyting og útlendingaøkinum eru sjálvandi hjartaliga vælkomin.
 
Á tiltakinum fara vit at geva flokkunum høvið í stuttum greiða frá teirra politisku sjónarhornum og valskrá, men tað er serliga evnið integratión, sum vit fara at viðgera á tiltakinum.
 
Síðani farna val eru fleiri enn 500 tilflytarar komnir afturat til kl Føroya. Í januar fingu vit eina integratiónslóg til hoyringar, ið ikki náddi aftur í tingið, áðrenn valið var útskrivað. Í Vár hava vit á fyrsta sinni formliga tikið ímóti flóttafólki í Føroyum. Og fleiri enn 400 fólk arbeiða nú í Føroyum gjøgnum fast track-skipanina.

Men hvørjar ætlanir hava politisku flokkarnir á útlendinga- og integratiónsøkinum? Hvør hevur ábyrgdina av góðari integratión? Hvussu tryggja vit, at tilflytarar læra føroyska málið?
 
Hetta eru nakrir av spurningunum, vit spyrja á fundinum 30. novembur.

Skráin fyri fundin er hendan:
19.00 Kalpana Vijayavarathan, orðstýrari, bjóðar vælkomin

19.10 Regin Berg, samfelagsfrøðingur, greiðir frá um politisku skipanina í Føroyum

19.30 Pallborðsfundur: Evnini verða:
Integratión: Leiklutir og ábyrgd Integratión: undirvísing í føroyskum og føroyska undirvísingarskipanin

Eisini verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta spurningar.

Allir politisku flokkarnir verða umboðaðir.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Útlendingastovan, Integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu, og Amnesty International Føroyar skipa fyri tiltakinum.

Klaksvíkar-, Eystur- og Vága kommuna stuðla stroymingini. Leinkja til stroyming: www.youtube.com/watch

Election forum on integration, in English
On Wednesday, November 30th at 7 pm, an election forum in English will be held at Reinsaríð. The forum is organized especially for those who do not speak faroese, but we also welcome everyone who has an interest in integration and migration.

Since the last election, more than 500 immigrants have moved to the Faroes. In January this year, an integration bill was sent for cross-examination, but unfortunately, it was not presented in the parliament before the snap election was called. This spring, the Faroes received its very first refugees from Ukraine. In addition, we have over 400 workers in the Faroes who have come through the Fast-Track program.

However, what plans do the political parties have regarding migration and immigration? Who is responsible for good integration? How can we ensure that immigrants learn the Faroese language?

These are some of the questions we will ask in the forum on November 30th.

The program for the evening:

19.00 Kalpana Vijayavarathan, moderator.

19.10 Regin Berg, social scientist, explains the political system in the Faroe Islands

19.30 Panel discussion: The themes are:
Integration: Roles and responsibilities
Integration: Faroese language course and the Faroese language education program

The audience will have an opportunity to ask the political candidates their questions.

All the political parties are represented in the election forum.

Everyone is welcome to attend.

Útlendingastovan, The Integration coordinator from Tórshavn municipality, and Amnesty International Føroyar are the organizer of the election forum.

Streaming is sponsored by: Klasvík, Vága, and Eystur municipalities.

Link to streaming: www.youtube.com/watch

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo