Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársroknskapurin hjá Elektron er júst almannakunngjørdur. Eftir nøkur ár við broytingartilgongdum og smærri rakstrarligum yvirskotum, kundi Elektron á aðalfundi í gjár tann 1. juni framleggja besta rakstrarliga úrslit higartil. Úrslitið fyri 2021 varð heilar 15,7 mió.kr. eftir skatt. Av úrslitinum verða 4 mió.kr. goldnar eigarunum í vinningsbýti.

Bruttoúrslitið var 60,6 mió.kr. í 2021. Hetta er ein hækking upp á 6,8 mió.kr. í mun til árið fyri.

Fyritøkan er fíggjarliga væl fyri og hevði við árslok ein tøkan pening á 12,8 mió.kr. og onga rentuberandi skuld. Fíggjarstøðan javnvigar við 57,3 mió.kr. og eginognin var 34,5 mió.kr., ið svarar til ein solvens upp á 60%.

Roknskapurin er at finna á heimasíðuni hjá Elektron: https://elektron.fo/arsfrasagnir

Nógv virksemi
Nógv virksemi hevur verið hetta árið, bæði innan menning og viðlíkahald av skipanum og innan hýsingar- og nettænastur, eins og gjaldstænastur á eitt nú Mínrokning vera nógv brúktar. Samlaða skipanarumhvørvið er fjøltáttað og Elektron hevur eina breiða forrætningsvitan um sentralar skipanir á føroyska marknaðinum, dátutrygd og um KT-infrakervið í Føroyum.

Alt KT-arbeiðið hjá Elektron er undir strongum eftirliti og Elektron fylgir ISF-standardi, ið ásetur leiðreglur fyri góðan KT-sið. Harafturat er Elektron bundið at krøvum frá Fíggjareftirlitinum, altjóða ETSI-krøvum og dátuverndarlóggávu. Umframt hetta verða tænastuveitingarnar hjá Elektron KTgrannskoðaðar á hvørjum ári. KT- og rakstrartrygdin hava altíð verið samantvinnaðir partar av tænastuveitingini hjá Elektron.

Ein virkin viðleikari
Elektron bjóðar seg fram á føroyska marknaðinum sum ein álítandi og vitanarsterkur KT-veitari. Við skjótt 57 árum á baki, hevur Elektron hollar royndir innan bæði skipanarmenning og skipanarrakstur og veitir hýsingartænastur og gjaldsloysnir til eina røð av fyritøkum og stovnum í Føroyum. Í dag starvast 60 fólk á Elektron.

Leiðslan fegnast um sera góðu gongdina, og væntar, at góða gongdin heldur fram næstu árini.

Talgildingin av tænastum innan flestu vinnugreinar heldur fram, og tað er greitt, at Elektron eisini í framtíðini vil vera ein týðandi viðleikari í tí tilgongdini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo