Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Listaframsýning við Eli Smith letur upp nú fríggjadagin 12. mai kl. 17 í Ribarhúsi í Fuglafirði. Aftur við steina sermerktu "grótmálningum" listamansins verður vakra røddin hjá Døgg Nónsgjógv at hoyra.

Eli hevur síðani 2003 arbeitt beinleiðis við litum úr føroysku náttúruni, sum hann mjølvar til litevni at mála ekspressionistisk landsløg við (grótmálningar). Eisini sker hann grót og gimsteinar sundur til brotamyndir (mosaikk), har hann oftast lýsir bíbilsk motivir.

Seinnu árini er grótføroyska steindustið vorðið kosmopolitiskt við serliga følsamum hvítnandi ísletti úr griskum marmori. Av føroyskum tilfari kann nevnast kol úr Hvalba, sandur úr Søltuvík og royðugrót - eitt nú sjáldsama grøn royða úr Sandoyartunlinum! Sonevndu "steinakvarelirnar" samantvinna harumframt glinsutu marmorlitkornini við mildar vatnlitstónar, sum boða frá støðugari listaligari menning.

Steinrunnu myndirnar í Ribarhúsi hanga til fyrst í juni, so at ein kann detta inn til ein listaligan duss mánadag til fríggjadag frá 15 til 17:30 og leygardagar frá kl. 11 til 14.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo