Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Ríðisamband Føroya: Aftaná at hava havt ein minni steðg frá ríðingini, er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytinum til altjóða kappingar. Nú stutt undan NM royndi Elin og hestur hennara Oskar frá Breiðstøðum seg av í altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning.

Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdi ikki mætari enn at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, tey vóru eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin. Í dag tá A finalan var, gjørdi tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 frammanfyri Agnethe Schneider á Muni frá Langtved við 7,17.

Ríðisamband Føroya ynskir Elin og Oskar hjartaliga til lukku við framúr flotta avrikinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo