Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: - Skálagarður er ikki bara ein stovnur, men heimið og gerandisdagurin hjá nøkrum borgarum. Tí eigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at loysa ósemjuna beinavegin, soleiðis at búfólkini aftur kunnu kenna seg trygg.

"...Vit eru fleiri, sum hava sagt frá, at vit eru ótrygg." Soleiðis segði Emil Bjarnaskor, búfólk á Skálagarði, í Degi og Viku fríggjadagin.

Ein útsøgn, sum ikki eigur at koma fyri. Tí Skálagarður ikki bara ein stovnur, men heimið og gerandisdagurin hjá summum borgarum.

Seinastu tíðina hava miðarnir víst á, at tað valdar óvissa og ótryggleiki á Skálgarði. Tað er ikki bara Emil Bjarnaskor og onnur búfólk, sum hava víst á, at støðan ikki er nøktandi.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at hon ongantíð hevur upplivað nakað tílíkt, síðani hon fyrstu ferð kom í nevndina í felagnum.

Hetta er alt annað enn nøktandi, og tí eigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at blanda seg uppí málið sum skjótast, um ósemjan ikki verður loyst nú. At lata standa til er óvirðiligt og kann ikki góðtakast.

Elsbeth Mercedis Gunnleysdóttur hevur fylgt hesum máli. Og hevur tí sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fleiri grein-52 spurningar um hetta evnið, sí her:

➡️ https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10877
➡️ https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10878

Hoyr samrøðuna, Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur gjørdi við útvarpið: HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo