Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Enn eitt avslag uppá almennan fíggjarligan stuðul úr Føroyum til føroyskan film vekir nú ans uttanlands.

Berlingske skrivar um 21 ára gomlu Katrina Joensen-Næs, sum hevur fingið avslag uppá stuðul til fimin "Sæla", sum er um Rebekku, sum er bundin av sex.

Herfyri elvdi Jenisi av Rana, landsstýrismaður, eisini til yvirskriftir bæði her og uttanlands, tí hann kolldømdi eina ætlan um at stuðla einum filmi, tí tað bleiv bannað ov illa í filminum.

Men hesaferð vóru tað ráðgevarnir sum ráddu frá at veita stuðul. Teir svaraðu unga leikstjóranum, at teir mæltu til, at "umskriva søguna so hon bleiv meiri borðbar".

Katrin Joenses-Næs ger á sínum facebook-vanga vart við, at talan er um ein film um eina sjúku, og at hóast søgan er óbehagilig, so er hon ikki minni sonn ella týdningarmikil av teirri orsøk.

- Eg eri hørm um signalið, ið avslagið sendir til tey í Føroyum, ið eru bundin at sex. Eg veit, at tey eru her, tí eg havi hitt fleiri teirra, og hesi hava givið íblástur til søguna. Tey vóru spent um, at eitt lið av føroyskum filmsfólki vildu opna upp fyri einari samrøðu og royna at skapa forstáðilsi fyri sjúkuni.

Men eg máti venda aftur og siga teimum, at sjálvt ikki ein listagrunnur vildi hoyra teirra søgur, tí tær fara ov langt yvir markið, ið vit eru von við, og opinbart vilja halda áfram, at halda okkum innanfyri i Føroyum. Søgan er bart sagt ov óbehagilig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo