Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu bygdagøtuni millum Oyndarfjøð-Elduvík, Norðragøtu-Leirvík og Norðradal-Tórshavn og við Fossá. Myndir: Klara Johansen, Bárður Eklund

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu bygdagøtuni millum Oyndarfjøð-Elduvík, Norðragøtu-Leirvík og Norðradal-Tórshavn og við Fossá. Myndir: Klara Johansen, Bárður Eklund

Visit Faroe Islands: Hetta er fjórðu ferð Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur hava skipað fyri átakinum “Closed For maintenance.” Hesaferð vóru tað 140 sjálvboðin, 40 føroysk og 100 útlendsk frá 35 ymiskum londum sum luttóku.

Talan var um 11 ymiskar verkætlanir kring landið: Skarð, Norðagøta, Kambsdalur, Oyndarfjørður, Rituvík, Fossá, Nólsoy, Norðadalur, Vágar, Sandoy og Suðuroy.

Kunningarstovur og kommunur hava fyriskipað hvør sína verkætlan við góðari hjálp, vistveiting og gisting frá teimum lokalu. Til samans hava um 200 fólk verið til arbeiðis í síðstu viku.

Verkætlanirnar snúðu seg um at umvæla og uppmerkja gonguleiðir úti í haga, at laða varðar, gera útsýnisstøð, at skelta v.m. Yvirskipaða endamálið við øllum verkætlanum er at gera farleiðirnar tryggari og betri at ganga eftir, og á tann hátt virka fyri eini væl skipaðari ferðavinnu kring landið.

“Aftur hesaferð er tað ein fragd at síggja, hvussu nógv kann koma burturúr uppá bara tveir arbeiðsdagar, tá arbeiði er lagt væl til rættis og tá fúsar hendur eru til taks at fremja arbeiði í verki. Tað eiga lokalu fyriskipararnir allan heiður fyri.” Sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. 

“Closed for Maintenance er vorðið ein afturvendandi snúðningsdepil í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna í Føroyum betri. Ábøtur úti í náttúruni kunnu gera stóran mun og átakið er vorðið eitt upplagt høvi, at fáa slíkar ábøtur gjørdar. Umframt ítøkiligu ágóðarnar fyri okkara náttúru, so er átakið eitt fantastiskt sosialt tiltak, ið knýtir tøtt bond millum føroyingar og fólk úr øllum heimi.”

Closed For Maintenance verður aftur um somu tíð komandi ár og fráboðan verður send út, tá fólk aftur kunnu tekna seg at vera við.

Myndir: Klara Johansen, Bárður Eklund

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu bygdagøtuni millum Oyndarfjøð-Elduvík, Norðragøtu-Leirvík og Norðradal-Tórshavn og við Fossá. Myndir: Klara Johansen, Bárður Eklund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo