At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-024/2024 eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um undantøk í sambandi við verkføll

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll?

Svar:
Bæði verandi og undanfarna samgonga hava arbeitt við at fáa partarnar at fara í dialog fyri at finna eina loysn, ið tekur atlit til bæði tryggleika hjá borgarum og viðurkenda rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall. Enn er eingin loysn funnin.

Fortreytin fyri slíkum dialogi er, at hann fer fram í friðartíð. Seinasta tíðin hevur verið merkt av nógvum samráðingum og verkføllum, og tískil hevur tað ikki verið rætta tíðin at taka upp, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast. Ætlanin er enn at taka hetta upp til møguliga umrøðu við partarnar, men tað má verða gjørt í eini tilgongd, har tað eru partarnir, sum í felag koma til eina loysn.

Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna 
   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo