Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Húsarhaldsskúli Føroya

Spurningur:
- Hví er spakin ikki settur í enn til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya?

Viðmerkingar:
Tann 6. apríl 2022 spurdi eg sum ófráboðaðan fyrispurning landsstýrismannin Jenis av Rana, nær spakin fór at blíva settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya.

Landsstýrismaðurin upplýsti tá, at spakin bleiv settur í skjótt. Væntandi um nakrar vikur. Nøkur skjøl skuldu fyrst eftirhyggjast og tryggjast skuldi, at alt var í lagi, áðrenn byggingin fór í gongd.

Sambært landsstýrismanninum sjálvum skuldi hetta ikki tikið langa tíð.

Nú eru longu 7 vikur farnar, síðan landsstýrismaðurin segði hetta, men enn er ongin spaki settur í. Tí er spurningurin, hvørjum bíðað verður eftir.

Á Løgtingi, 25. mai 2022
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo