Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Týsdagin kom fram, í frágreiðing hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingið, at avtalan við Russland kostar Føroyum 300 mió. kr. um árið.

Tað framgongur í framløguni, at avreiðingarvirðið á fiskinum, Føroyar fiska í Barentshavinum, og avreiðingarvirðið á kvotuni, sum vit lata til Russland, svarar til umleið tað sama.

Hinvegin varð víst á, at svartkjafturin, sum Føroyar lata til Russland, kann virðisøkjast 4 kr/kg í Føroyum, sum vil geva eitt meirvirði á 300 mió. kr., sum vit harvið missa árliga.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í MOWI, greiddi frá í lesarabrævi, at útrokningin í frágreiðingini um virðisøking á svartkjaftinum er skeiv. Hansara niðurstøða er, at virðisøkingin av svartkjaftinum, sum vit lata til Russland, í mesta lagi svarar til 68 mió. kr. vísandi til, at virðisøkingin av svartkjaftinum skal setast í mun til bruttovinning hjá Havsbrún, og ikki hjá øllum Bakkafrost samtakinum. Hetta er rætt.

Sæð burtur frá hesum feilinum í frágreiðingini um virðisøking, so framgongur í frágreiðingini, at avtalan við Russland gevur á leið tað sama fyri Føroyar og Russland. Hetta er eisini tað sama sum búskaparfrøðingar hava víst á, t.d. Hans Ellefsen.

Tað, sum hinvegin ikki framgongur av frágreiðingini er spurningurin, hvat tað fer at kosta okkum, um Russland velur at boykotta innflutning av føroyskum fiskavørum, tí Føroyar velja at slíta fiskiveiðu samstarvið.

Føroyar útflyta stórar nøgdir av makreli og sild til Russland. Sí talvu niðanfyri, sum er gjørd sambært tølum frá Hagstovuni - sí niðast.

Sum tað framgongur av tølunum, hava Føroyar útflutt ávikavist 42% og 63% av øllum makreli og sild til Russland og Hvítarussland í tíðarskeiðnum frá 01.01.2021 til 28.02.2023.

Eisini framgongur av tølunum, at útyvir Russland og Hvítarussland, er tað Evropa og Afrika, sum í stóran mun keypa sild og makrel frá Føroyum.

Harvið er tað sannlíkt, at um Russland boykottar import av føroyskum fiskavørum, so skal nærum øll sild og allur makrelur kroystast inn á Evropeiska og Afrikanska marknaðin ístaðin.

Og í hesum sambandi er tað áhugaverda, at fyri makrel er søluprísurin til Russland ávikavist 1,10 kr. pr. kg og 2,50 kr. pr. kg. hægri, enn hann er til Evropa og Afrika, umframt, at fyri sild er søluprísurin til Russland ávikavist 1,30 kr. pr. kg. og 1,90 kr. pr. kg. hægri, enn hann er til Evropa og Afrika.

Tað er sannlíkt, at um allar nøgdirnar, sum í dag fara til Russland, skulu kroystast inn á Evropeiska og Afrikanska marknaðin, vil tað viðføra, at prísurin fyri sild og makrel møguliga lækkar munandi í mun til prísin, sum vit selja fyri í dag.

Um vit seta hetta í perspektiv, so liggur eitt uppskot í løgtinginum í løtuni, sum ásetur, at tilfeingisgjøldini fyri makrel skulu hækka frá 1,23 kr/kg til 1,46 kr/kg, ímeðan gjaldið fyri sild verður tað sama á 0,89 kr/kg.

Tað hongur ikki saman at hækka tilfeingisgjøldini fyri uppisjóvarvinnuna, um prísurin fyri sild og makrel lækkar munandi, sum er møguligt, um Russland boykottar okkum.

Hinvegin verður tá heldur talan um, at politikkararnir mugu lækka tilfeingisgjaldið munandi, og so missur landskassin stórar inntøkur í veiðigjaldi (sum í 2022 vóru 380 mió. kr.)

Sambært játtanarkørmunum fyri 2024, sum vórðu lagdir fram í mars mánaða, verður úrslitið á fíggjarlógini fyri 2024 minus 150 mió. kr., um ongi átøk verða gjørd fyri at betra um úrslitið. Í hesum sambandi varð tó víst á, at ætlaðu hækkingarnar av tilfeingisgjøldum til uppisjóvarvinnuna og alivinnuna viðføra, at úrslitið fyri 2024 á fíggjarlógini verður yvirskot.

Haravtrat kann viðmerkjast í hesum sambandi, at sambært svari hjá fíggjarmálaráðnum uppá fyrispurning frá Magnusi Rasmussen tann 3. apríl 2023, er upplýst, at beinleiðis inntøkurnar hjá landskassanum frá fiskivinnuni í 2022 vóru 451 mió. kr., og tá er inntøkuskattur hjá manningum ikki roknaður við.

Vísandi til hesi viðurskifti kann man spyrja seg sjálvan, hava vit ikki longu undirskrivað sáttmálan við Russland fyri 2024?

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo