Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarkarmarnir sum vóru framlagdir í gjár, eru ein staðfesting av tí vit søgdu tá fíggjarlógaruppskotið varð framlagt - at fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni, í besta føri er at sammeta við kreativa bókføring. Í versta føri ábyrgdarflýggjan á jøvnum føti við donsku sendingina “Luksusfælden”!

Sjálvandi eru tað glottar í arbeiðinum hjá samgonguni, treyðugt so, men mest av øllum minnir politikkurin um hesi hopleysu tilfeldini í donsku sendingini “Luksusfælden”, har stýringin av neyðugu raðfestingunum er burtur, og pengarnir sum tøkir eru, vera nýttir uttan fullgott gagn.

Ikki tí at luksusið er nakað at reypa av, men fellan, vantandi stýringin av rakstri og verkætlanum, er á sama støði sum í Luksusfælden.

Margháttligi og óskipaði mátin at stjórna skattgjaldarans pengum, har sjálvsinnlitið er at meta við ein struts, ið stingur høvdið í sandrúgvuna, er til stóran ampa fyri fólk sum vilja fólki og landi væl.

Hóast nærum heimsmet í búskaparvøkstri, so er úrslitið tað sama. Hall omaná hall. Ei undur í at tað er trupult at vekja sjálvbjargnistrúnna hjá fólkinum, tá leiðslan er so lemjandi.

Uttan iva koma somu garparnir so bringubrattir og biðja um veljarans kross komandi ár, hóast tað er runnið í stein, at avlop á fíggjarlógini, er eins fjarskotið í teirra heimi, og Timbuktu er hjá Anders And.

Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í, men hendan samgongan fer við landinum og tess fólki, sum um tað er sjúkt.

Meinlíkt sálarliga fyribrigdinum Münchausen syndrom by proxy, har foreldur billa barninum inn at tað er sjúkt.

Eg haldi at øgiliga nógv bendir á at landsins børnum baga einki.

Fíggjarkarmarnir siga okkum enn einaferð at samgonguni bagar meira enn gott er.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo