Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað hevur leingi prutlað undir lokinum hjá natolondunum Grikkalandi og Turkalandi, ikki minst tí londini eru so ósamd um landamørk og stórar goymslur av gassi í undirgrundini.

Og nú hevur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, ítøkiliga hótt við kríggi.

- Tá tíðin er komin, fara vit at gera tað sum er neyðugt. Vit kunnu koma knappliga, mitt um náttina, segði hann millum annað í býnum Samsun, við tilsiping til stríð sum av álvara hevur fingið vind í seglini um hvar markið skal ganga í Egeahavinum, nú Turkaland aftur er farið at leita eftir olju og gassi nærhendis lítlu oynni Kastellórizo, sum hoyrir til Grikkaland, men liggur nær turkisku strondini.

Nógv olja og gass skal vera í undirgrundini nærhendis Kastellórizo oynni, sum bert er 9 ferkilometrar til støddar, og har bert 300 fólk búgva. Oyggin átti at hoyrt til Turkaland, heldur Erdogan, og hóttir við vápnaðum stríði.

Bæði ES og Nato hava úr at gera við at finna diplomatiskar loysnir, higartil við hepnari hond, men eygleiðarar ivast í, hvussu leingi afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo