Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú val er útskrivað, hevur MEGD sent politisku flokkunum heilsan, har ljós verður varpað á avbjóðingar, ið krevja felags tøk tvørtur um flokkar.

Væntandi samstarv millum geirar, avmarkað fígging av lógini um almannatrygd og tænastur, starvsfólkatrot og manglandi bústaðir til fólk, ið bera brek, eru nakrar av mongum avbjóðingum.

Sambært WHO bera umleið 15% av fólkinum brek. Hugtakið brek fevnir um menniskju, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar í samfelagnum kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu luttaka á jøvunum føti við onnur.

Sum allýsingin vísur, er tað serliga, tá ið samfelagið ikki er tillagað á hóskandi hátt, at vit uppliva mismun ímóti fólki, ið bera brek og við varandi sjúkum, og avvarandi teirra. Umstøður, karmar og samfelagið annars ber til at tillaga við góðum og skynsomum loysnum, og tí hevur tað stóran týdning, at vit saman velja at skapa einar rúmligari, meira fevnandi og virkisførari Føroyar.

Heilsanin vísir eisini á, at bæði MEGD og tey 24 limafeløgini eru til reiðar at ráðgeva ella vegleiða um bæði avbjóðingar og loysnir, og annars hittast til ein fund ella eitt kaffiprát.

Í stuttum ger MEGD vart við, at vælferðin er í vanda, og at fylgjandi mál tí eiga at fáa høga raðfesting:

Betri skipað og virkið samstarv við sjálvboðin í limafeløgunum - Fleiri hundrað sjálvboðin eru virkin í limafeløgunum hjá MEGD. Vit eiga at fáa betri skipað, áhaldandi og virkið samstarvi millum politisku skipanina og sjálvboðin í limafeløgunum hjá MEGD millum annað fyri at finna viðkomandi loysnir á avbjóðingunum, sum fólk, ið bera brek, liva við. Hetta hevði styrkt bæði vælferðarsamfelagið og fólkaræði.

Talsfólk fyri brekøkið - Grein 33 í Brekrættindasáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri og Løgting skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti. Føroyar hava einki óheft eftirlit. MEGD leggur upp til at seta í verk sjálvstøðuga eind við einum talsfólki, sum er politiskt óheft við sterkum mandati og breiðum serkunnleika. Talsfólkið kann tá ráðgeva og koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek, við støði í serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóðar- og altjóða mál og føroyska lóggávu.

Bráðfeingis byggiverkætlanir - Langur bíðilisti til bústaðir er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár. Tá eru almennu tænasturnar avmarkaðar. Í dag hava vit 244 bústaðir til fólk, ið bera brek, og í eini meting, sum Almannaverkið hevur gjørt, verður tørvurin til vardan bústað tey komandi tíggju árini 503. Av teimum 244, sum í dag hava bústað, tørvar 86 av teimum annan bústað innan 10 ár. 170 eru í dag á bíðilista og hava sum er einki bútilboð.

Lóggáva ímóti mismuni á øllum økjum - Føroyar tørvar lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Í dag eru fólk, ið bera brek, einans vard av Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av breki. Eisini tørvar okkum at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun á øllum økjum.

Vælferðin tryggjast við brekpolitiskari virkisætlan – Brekrættindi og vælferð hanga treytaleyst saman. Stutttíðarloysnir sýnast bæði dýrar og stirvnar, tí eiga vit at gera langtíðarætlanir, sum røkka yvir um valskeið. Føroyar skulu tí fáa gjørda eina brekpolitiska virkisætlan, sum skal framtíðartryggja vælferðarsamfelagið. Brekpolitiska virkisætlanin skal tryggja tey rættindi og týðandi viðurskifti, sum Brekrættindasáttmálin fevnir um.

Tilbúgvingarætlanir millum annað, tá ið verkfall er - Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Fleiri hava verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið. Neyðugt er í friðartíð at gera tilbúgvingarætlanir, ið tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið aðrar hugsandi kreppur raka.

Rættindi tryggjast við hagtølum og gransking – Fólk, ið bera brek og avvarðandi teirra, kenna í dag ikki nóg væl teirra egnu støðu. Tí tørvar okkum nøktandi hagtøl og gransking fyri at vita, hvussu m.a. lógir, skipanir, viðgerðir, ráðgeving, heilivágur o.a. virkar. Upplýsingarnar, sum verða savnaðar, skulu verða skildar sundur eftir tørvi og nýttar til at hjálpa myndugleikanum og borgarum at meta um, hvussu okkum gongst við at seta tær skyldur, ið vit hava eftir sáttmálanum, í gildi í innlendis lóggávu. Soleiðis ber til at eyðmerkja og eftirmeta tær forðingarnar, sum fólk, ið bera brek og avvarðandi, hava í gerandisdegnum.

„Tann góða tilgongdin” til øll børn og ung við avbjóðingum - Í 2014 varð eftir tilmæli ein skipaður samstarvsleistur settur í verk fyri børn og ung við autismu. Tilgongdin tryggjar eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum. Enn er tó eingin „góð tilgongd“ ætlað familjum og børnum við øðrum avbjóðingum. Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg.

Heildarætlan fyri menning, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing - Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning (habilitering), endurmenning (rehabilitering) og viðlíkahaldsvenjin. Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Arbeiðast skal miðvíst við at fáa eina heildarætlan fyri menning og endurmenning at virka í Føroyum og nøktandi fígging skal fylgja við.

Samskiftisdepil – Lívið uttan samskifti er einsamt og skapir mistrivnað - Okkum tørvar tí at viðurkenna menningina og stuðulin av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Í dag er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum. Hóskandi er ein samskiftisdepli, har ymsu fakbólkarnir innan økið samstarva um at menna samskifti av ymiskum slag. Í dag hava vit ein vælvirkandi Sjóndepil. Við støði í einum slíkum, kundi verið hugsað um tey, ið hava avbjóðingar t.d. við at hoyra, at tosa, at minnast, at skriva og at lesa og eisini at menna ráðgeving um tøknilig hjálpartól á økjunum.

Vónandi verður hetta partur av nýggju valskráðunum og einum komandi samgonguskjali.

Øll eru sjálvandi vælkomin at fylgja MEGD á sosialu miðlunum og á megd.fo, har ljós verður varpað á avbjóðingar og loysnir á brekøkinum og innan vælferðarsamfelagið.

Leygardagin 3. desembur, sum er altjóða dagur teirra, ið bera brek, skipar MEGD fyri almennum borgarafundi. Tiltakið verður frá kl. 13:00 til 15:00 á Skúlatrøð í Klaksvík, og evnið verður:

Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?

Fundurin verður varpaður út um alt landið á megd.fo, og í næstum verður skráin tøk.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo