ES-nevndin leggur upp til 21. pakkan av revsitiltøkum móti Russlandi orsakað av krígnum í Ukraina.
Tað upplýsti forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, í dag.
Millum uppskotnu tiltøkini er at leggja 30 skip afturat á ein lista við 632 sanktioneraðum skipum. Sambært von der Leyen eru hesi skip við til at hjálpa sokallaða russiska skuggaflotanum, skrivar TV2
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



