Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ester Poulsen í starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi.

Ester er 47 ára gomul og var útbúgvin lærari í 2006. Í 2015 tók hon Diplom á masterstigi í vegleiðing á Fróðskaparsetur Føroya. Í 2021 byrjaði hon at lesa MA í leiðslu og skipan.

Ester hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, KT-vørður og sum skúlavegleiðari. Harafturat hevur hon í tveimum umførum verið virkandi varaskúlastjóri.

Í løtuni starvast Ester í Skúlanum á Fløtum.

Ester Poulsen tekur við starvinum 1. januar 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo