Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Summar Festivalurin kunnger nú fyrsta bólkin til festivalin næsta ár. Heimskendi rockbólkurin Europe, ið hevur hittað um allan heimin við sangum sum “The Final Countdown”, “Carrie” og “Superstitious”, spælir á Vágsbø í august.

Europe er svenskur rockbólkur, ið er kendur um allan heim og hevur verið á øllum teimum stóru hitlistunum – bæði í USA, Onglandi og aðrastaðni.

Stóra gjøgnumbrotið hjá bólkinum kom í 1986, tá ið “The Final Countdown” var hitt um allan heimin. Sangurin var ovast á hitlistum í yvir 25 londum, og við tíðini hevur sangurin vunnið sær støðu sum ein av stóru sangunum í rocksøguni – ein ordans rockklassikari. Um sama mundið hittaði Europe eisini við sangum sum “Rock the Night” og “Carrie”, og seinni komu sangir sum “Superstitious”, “Open Your Heart”, “Prisoners in Paradise” og fleiri.

Tá ið grunge-bylgjan skolaði um heimin tíðliga í 1990’unum, valdi Europe at halda steðg, og hesi steðgur vardi í ellivu ár. Síðani 2003 hevur Europe regluliga givið nýggjan tónleik út, og teir hava spælt konsertir og á festivalum kring heimin. Manningin í bólkinum líkist framvegis upprunaligu manningini, og nú teir koma til Føroya, er bólkurin mannaður við Joey Tempest, John Norum, John Levén, Mic Michaeli og Ian Haugland.

Europe er legendariskur rockbólkur, sum føroyingar hava lurtað nógv eftir, og nú koma teir á Summar Festivalin at spæla ársins rockkonsert.

Summar Festivalurin 2023 verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo