Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssamband Føroya: “Ein-móti-einum” og “orientering”, ella tað, at “hyggja eftir spælinum” eru evnini, ið dentur verður lagdur á, nú mennararnir hjá Fótbóltssambandi Føroya eru farnir undir at skipa fyri “tema-døgum” kring landið.

Fyrsta vitjanin var fyrr í vikuni, tá Eli Hentze og Jógvan Martin Olsen, ið eru ávikavist hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og U15-landsliðsvenjari hjá dreingjum, vóru á vitjan við Stórá í Trongisvági, og á Eiðinum í Vági.

Veðrið og umstøðurnar sum heild vóru av teimum allar bestu, og luttøkan av U11- og U13-venjarum, ið hesaferð vóru boðin við, var sera góð. Tað er tó vert at nevna, at onnur áhugaði sjálvandi eisini eru vælkomin at luttaka.

Eftir at Eli og Jógvan Martin høvdu havt sínar framløgur, var skipað fyri venjingum á vøllinum. Til fyrru venjingina, sum var við Stórá, luttóku U11- og U13 spælarar úr allari oynni, meðan venjingin í Vági var fyri U15 dreingir og U13- og U16 gentur.

Næsta vitjanin verður á Tórsvølli týsdagin 2. mai, og tá eru umboð fyri feløgini í miðstaðarøkinum boðin við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo