Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í samband við at nýggju skúlastýrini, sum vórðu vald í november í fjør, nú fara til verka, skipa felagið Heim & Skúli saman við Mentamálaráðnum fyri evnisdegi fyri øll fráfarandi og nývald skúlastýri í landinum.

Endamálið við evnisdegnum, sum verður í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn, leygardagin 21. januar frá kl. 13 til 16, er at nýggir og farandi limir kunnu hittast og skifta orð um royndir, uppgávur og avbjóðingar. Eisini er ætlanin at geva nýggju skúlastýrunum amboð, hugskot og íblástur til komandi 4 ára skeiðið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greiðir frá skúlastýrisskipanini og umrøður møguleikar og avmarkingar í verandi skipan. Mette With Hagensen, forkvinna fyri danska felagið Skole & Forældre fer at hava framløgu um, hvussu skúlastýrisarbeiðið í Danmark er skipað, og hvussu tey brynja nýggj skúlastýri til uppgávuna. Harumframt skipar felagið Heim & Skúli fyri bólkapráti, har luttakarar fáa høvi til at umrøða ymsar spurningar við onnur, bæði roynd og nýggj í skúlastýrishøpi, frá størri og smærri skúlum og úr ymsum økjum í landinum.

Heitt verður á skúlaleiðararnar um at boða Mentamálaráðnum frá í seinasta lagi 17. januar, hvussu nógv umboð koma frá teirra skúlastýri. Tilmelding verður send til Gunnvore@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo