Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nú er greitt, at Eyðun Klakstein eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og 2026 - Mynd: Bjarni Enghamar

Nú er greitt, at Eyðun Klakstein eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og 2026 - Mynd: Bjarni Enghamar

Nú er greitt, at Eyðun Klakstein eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og 2026 - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF:  – Eg eri fegin um, at eg havi fingið álitið at leiða U21 landsliðið í tvey ár afturat. Samstarvið hevur verið gott, og avrik og úrslit hava sum heild verið góð. Nú fara vit at leggja alla orku í teir fýra dystirnar, vit skulu spæla í heyst, so at vit enda hesa undankappingina væl.

Tað sigur Eyðun Klakstein, ið júst hevur longt sáttmálan við Fótbóltssamband Føroya við tveimum árum, ið merkir, at Eyðun eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og í 2026.

Fýra dystir eru á skránni í heyst. Tann 5. september spæla Føroyar á útivølli móti Kroatia, og fimm dagar seinni, týsdagin 10. september kemur Grikkaland á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Síðani verða síðstu dystirnir EM-undankappingini í hesum umfarinum spældir í oktober. Tann 11. oktober spæla Føroyar og Portugal á Djúpumýru, og týsdagin 15. oktober spæla Føroyar og Hvítarussland á Tórsvølli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo