Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvar áskoðarar at syngja við, sum just Eyðun og Terji, ið koma á OY Voxbotn við einum stórum kufferti av sangum, sum flestu føroyingar kenna og hava tikið til sín. Teir eru framúr sum sangarar og tónleikarar og hava hvør í sínum lagi og saman, støðugt skapt nøkur av størstu føroysku hittunum seinastu 30 árini.

Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu frammanfyri pallin. Óansæð um tað snýr seg um eros, jalousi, um at fara aftur í 80ini ella at flýggja til tónleikin.

Tað verður sannur rómur, tá hesir báðir trína á pallin á OY Voxbotn, vikuskiftið 23. og 24. juni 2023. Teir duga sum fáur at fáa áhoyrafjøldina við sær, og tað er ikki so løgið, tá teir hava løg sum NummarErosDansa, Mítt Land, 80’ini og  við sær í skjáttuni.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit og Maggie Reilly koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo