At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kvinnuhúsið: Nýggjur leiðari til ráðgevingina og kreppumiðstøðina í Kvinnuhúsinum, er Eyðvør Tausen Olsen.

Stórur áhugi var fyri starvinum, at standa á odda fyri Kvinnuhúsinum - 10 vælskikkaðir kvinnuligir umsøkjarar.

Eyðvør Tausen Olsen er 53 ára gomul, útbúgvin námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur tikið M.Sc. í heilsuvísindi, við harðskapi móti kvinnum og í parløgum sum fokusøkið. Eyðvør kemur úr einum starvi í psykriatriini.

Eyðvør hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum á Kvinnuhúsinum, bæði sum sjálvboðin vakt, í ráðgevingini og á kreppimiðstøðini. Eyðvør byrjar í starvinum 1.septembur.

Nógv sløg av harðskapi eru til
Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum, á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnum mørk.

Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum, sum prógv fyri harðskapi. Harðskapur er ofta duldur, kemur snýkjandi, so tað er trupult og kann taka langa tíð at varnast, at talan er um harðskap.

Harðskapur kann vera kropsligur og sjónligur, men harðskapur kann eisini vera sálarligur, kynsligur, tráfylgjan/stalking, matriellur, fíggjarligur ella talgildugur.

Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið er í eini broytingar tilgongd og fer seinni í ár ella fyrst í 2023, at veita ráðgeving og vegleiðing ikki bert til kvinnur, mein eisini til menn.

Í Kvinnuhúsinum kunnu øll sum hava verið fyri harðskapi í nærsambondum, fáa møguleika fyri at koma til viðtalu og fáa ráðgeving í hjálp til sjálvhjálp.

Harafturat er møguleiki at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at húsinum.

Umframt leiðaran starvast 3 starvsfólk og eisini eru 35 sjálvbodnar vaktir knýttar at Kreppumiðstøðin, har kvinnur saman við børnum kunnu gista í avmarkaða tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo