Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Regluligi eykaaðalfundurin hjá SEV varð hildin 18. november. Á skránni var sum vant nevndarfrágreiðing, roknskaparúrslit og fíggjarætlan fyri komandi ár.

Nevndin boðaði m.a. frá, at serliga avsláttar- og stuðulsskipanin fyri ídnaðarkundar, sum hevur verið í gildi síðan 1992, skal endurskoðast og broytast ella takast av.

Sum part av fíggjarætlanini fyri komandi ár legði nevndin fram uppskot um eina príshækking á 25 oyru fyri allar kundar.

Príshækkingin er neyðug orsakað av øktum rentustøði, kostnaðarstøði, herundir serliga útreiðslum til olju, umframt íløgur, sum liggja fyri framman.

Full semja var ikki um uppskotið um hækkingina á 25 oyru fyri øll, og aðrir møguleikar vórðu umrøddir á fundinum.

Avgjørt varð at útseta støðutakan til fíggjarætlanina fyri 2023 til eykaaðalfund í desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo