Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eysturkommuna: Í samband við Reformatiónshátíðarhaldið komandi daganar hevur kórið Eystanljóð sett sær fyri at syngja vøkru messuna hjá Franz Schubert.

Schubert skrivaði hesa messuna í 1827. Sum heiti sigur, so er teksturin á týskum. Útgangsstøði er guðstænastuskipanin frá 1526, Deutsche Messe, har Martin Luther skiftir katólsku messuliðini út við týskar sálmar. Vegna tað at sálmasangur bleiv ein so týðandi partur av guðstænastuskipanini, verður Deutsche Messe eisini rópt sálmamessa. Hendan skipanin er tann, sum kom at eyðkenna luthersku evangelisku guðstænastuna frameftir. Og tað er júst sálmasangur sum Schubert hevur sum fyrimynd í sínari messu.

Tó at hetta er eitt kórverk, so liggja vøkru løgini tætt uppat sálmaløgum. Teksturin, sum yrkjarin Johann Philipp Neumann hevur skrivað, leiðir lurtaran gjøgnum liturgisku liðini í einari messu og tekur eins og tónleikurin útgangsstøði í týskum sálmasangi.

Konsertin verður Sunnudagin 29. oktober kl. 17 í Gøtu Kirkju. Konsertin endar við at Gøtu Kirkju Ungdómskór framførir kórtónleik úr teirra programmið. Eftir konsertina bjóðar kirkjan til ein nátturðabita í kirkjukjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo