Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kappingareftirlitið: Eystari Landsrættur hevur tann 1. desember 2022 staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði.

Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi.

Fuglafjarðar kommuna valdi at leggja málið fyri Føroya Rætt, sum tann 6. mai 2021 staðfesti  avgerðina.

Fuglafjarðar kommuna valdi síðani at leggja málið fyri Eystara Landsrætt, sum tann 1. desember staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum.

I dóminum staðfesti rætturin m.a. at Kappingarráðið hevði skilmarkað landafrøðiliga marknaðin rætt. Hetta var nakað sum Fuglafjarðar kommuna hevði mótmælt. Rætturin segði:

"Ved vurderingen heraf finder landsretten, at det relevante geografiske marked er korrekt afgrænset til Fuglafjarðar havn, hvor de omhandlede skibe har brug for at lægge til kaj bl.a. for at bunkre tungolie og losse fisk."

Eystari Landsrættur staðfesti síðani, at kommunan hevði misnýtt sína ráðandi støðu. Niðurstøðan var partvíst grundað á hagtalstilfar, sum Kappingareftirlitið hevði innheintað. Tilfari vísti m.a. hvussu ofta  staðbunda felagið hevði flutt loðs fyri skib sum Faroe Agency umboðaði. Somuleiðis var niðurstøðan grundað á samtyktina hjá Vinnunevndini í Fuglafjarðar kommunu tann 14. apríl 2014, og samskifti millum Faroe Agency og Fuglafjarðar Havn tann 4. apríl 2018. Síðstnevnda staðfesti, at hóast kommunan hevði strikað samtyktina, so helt kappingaravmarkingin áfram eftir hetta.

Eystari Landsrættur tók eisini støðu til, um forðingin var ein beinleiðis ella neyðugt fylgja av teimum skyldum sum kommunan hevði sambært loðslógini. Somuleiðis var støða tikin til ta broyting sum var framd við løgtingslóg nr. 63 frá 9. mai 2019 um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing.

Rætturin segði um hesi viðurskifti:

"Landsretten tiltræder, at denne konkurrencebegrænsning ikke er en direkte følge af forsyningsforpligtelsen efter lodslovens § 4, stk. 1, som er affattet ved lagtingslov nr. 21 fra 16. marts 2012. Den ændring af lodsloven, der skete ved lagtingslov nr. 63 af 9. mai 2019, kan ikke føre til et andet resultat."

Landsrætturin álegði Fuglafjarðar kommunu at rinda Kappingarráðnum sakamálskostnað áljóðandi 40.000 kr.

Kappingareftirlitið meldaði málið til løgregluna, har málið hevur bíða eftir úrskurðinum hjá Landsrættinum. Kappingareftirlitið fer nú at heita á fútan um at taka málið um revsning uppaftur.

Les dómin hjá Eystara Landsrætti her

Les dómin frá Føroya Rætti her

Les avgerð hjá Vinnukærunevndini her

Les avgerð hjá Kappingarráðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo