Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti í gjár dømdur 5 mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár.

Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir við m.a. kravi um samfelagstænastu.

Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Føroya Rættur setti revsingina at vera 4 mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður var treytaleysur.

Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini tilburðurin var fevndur av § 245 í revsilógini um grovan harðskap, kærdi ákæruvaldið málið við kravi um, at revsingin skuldi herðast.

Í gjár var málið fyri í Eystari Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum í, at revsingin skuldi herðast. Rætturin legði m.a. dent á, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir innan fyri eitt stutt tíðarskeið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo