Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrra málið var um innsmugling av 12kg av hassji til Føroya í 2021.

Tann ákærdi varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Við í hesa revsing vóru lagdir afturat 4 mánaðar, sum ákærdi hevði fingið í treytaðari fongsulsrevsing í einum øðrum máli í Føroya Rætti.

Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at revsingin skuldi verða strangari.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Tann nú dømdi bleiv fongslaður aftaná dómin og skal sita dómin beinanvegin.

Seinna málið var um innsmugling av uml. 6kg av hassji til Føroya í februar 2022.

Tann ákærdi, sum er danskari, varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Brotið varð framt meðan ákærdi var royndarleyslatin frá avsoning av eini fongsulsrevsing uppá 3 ár fyri onnur lógarbrot framd í Danmark. Tá ákærdi varð royndarleyslatin restaðu 367 dagar í revsiavsitingini.

Av tí, at ákærdi framdi nýggja brotið, meðan hann var royndarleyslatin, vórðu teir 367 dagarnir, sum restaðu í at sita, roknaðir við í dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í februar í ár.

Ákærdi kærdi dómin við pástandi um, at teir 367 dagarnir ikki skuldu roknast við í dómin fyri smugling av hassji til Føroya.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo