Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Málið var um innsmugling av 9,3 kg. av hassji. Hassjið var smuglað til Føroya í fjør summar, tá ein dani kom til Føroya við hassjinum í einum bili, sum var serliga innrættaður til smuglingina. Maðurin bleiv tikin av politinum, tá hann royndi at avhenda hassjið til ein føroyskan mann og eina føroyska kvinnu.

Av tí at talan var um sera stóra nøgd av hassji, og at innsmuglingin harumframt var professionelt fyriskipað, hevði ákæruvaldið reist ákæru eftir ásetingini í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet.

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í Føroya Rætti um, at dømast skuldi eftir revsilógini. Føroya Rættur dømdi í staðin øll trý fyri brot á lóggávuna um euforiserandi evni. Lóggávan um euforiserandi evni verður brúkt til minni álvarslig mál um t.d. smugling av narkotika.

Ákæruvaldið kærdi málið til landsrættin við pástandi um, at tey ákærdu skuldu dømast fyri brot á revsilógina um grovan narkotikakriminalitet, og at revsingin harumframt skuldi herðast. Ákæruvaldið vísti m.a. á, at talan var um eina sera stóra nøgd, sum hevði eitt sera høgt søluvirði í Føroyum. Harumframt var víst á, at talan var um eina professionella innsmugling, sum hevði fleiri viðvirkandi í Føroyum og í Danmark.

Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya Rætti, sum m.a. hevði grundgivið við, at markið fyri brot er á revsilógina í útgangsstøðinum er 10 kg av hassji.

Staðfestingin merkir eisini, at føroyski maðurin fekk 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, danin fekk 1 ár og 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og kvinnan fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo