Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Miðnámsrit 26: Svøvnur hevur stóran týdning fyri likamliga og sálarliga heilsu. Men eru vit øll greið um, hvussu stóran týdning svøvnur hevur, tá ið tað ræður um at læra og minnast? Les um nýggja føroyska gransking á hesum øki.

Kapping innan læring er vandamikil. Tá ið vit brúka kapping sum námsfrøðiligt amboð, skaða vit læringsumhvørvið, tí tað er bara ein vinnari og nógvir taparar. Skúlin skal vera eitt stað, har øll kenna seg væl, og tað at gera mistøk er liður í læringini.

Fyri lærarar, sum undirvísa í fremmandamáli, er tað gevandi og mennandi at fara á skeið saman við lærarum úr øðrum londum, sum undirvísa í somu lærugrein.

Talgild tøkni broytir treytirnar fyri, hvussu vit arbeiða og læra, og hvussu vit brúka tøkni í undirvísing. Nógv bendir á, at skúlar eru tiknir á bóli av tøkniligu menningini, tí námsfrøðiliga menningin hevur ikki fylgt við tí tøkniligu.

Tímatalvan hjá einum lærara myndar eitt heilt skúlaár, og tí er umráðandi, at hon tekur útgangsstøði í einstaka læraranum. Ein tímatalva kann skapa strongd, um hon ikki er kjølfest í samrøðu millum lærara og leiðslu.

Ein meiriluti av miðnámslærarum heldur arbeiðið geva meining, men samstundis halda mong, at tey ikki fáa løn fyri alt, sum tey gera. Eitt nú vísa tey á eyka arbeiði av “tungum” næmingum og samskifti við foreldur. Tað vísir ein trivnaðarkanning í YF.

Les Miðnámsrit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo