Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Annika H. Davidsen er sálarfrøðingur, ph.d og granskari. Í vár hevði hon eina framløgu á pechakucha-tiltaki við heitinum Orð skapa veruleika.

Seinnu árini hevur hon serliga verið upptikin av sálarheilsuni hjá ungum fólki, bæði í kliniskum arbeiði og gransking.

Í pechakucha-framløguni varpaði hon ljós á mátan, vit umrøða ungfólk, tá talan er um teirra sálarheilsu; hvørji orð vit brúka, og hvørja ávirkan og týdning orðini kunnu hava – bæði í gransking og almenna rúminum.

Tað, sum mangan stendur eftir nógva miðling um ung og sálarheilsu, er, at øll ungfólk stríðast. Soleiðis er veruleikin ikki, vísir Annika H. Davidsen á.

- Tað sýnist, sum tað í løtuni bara er ein háttur at fata ung og teirra lív, og tað er, at tey eru illa fyri, strongd og megna lítið. Henda forteljingin ella miðlingin sleppur at standa einsamøll, og tað er eftir mínum tykki ein stórur trupulleiki. Okkum manglar tær ymisku søgurnar og tulkingarnar, sum kunnu standa lið um lið; vit eru so øgiliga drigin at einari universellari frágreiðing um, hví viðurskiftini eru, sum tey eru. Tað er satt, at nógv ung eru illa fyri og strongd, men tað er als ikki galdandi fyri øll. Frábrigdini hava ilt við at sleppa upp í hesa miðlingina. Tí verður tað ein sjálvuppfyllandi profeti.

Fábroytta miðlingin av ungum og ungdómslívi kann vera vandamikil, heldur Annika H. Davidsen. Flyta vit hetta yvir á gransking, so er vandi fyri, at miðlingin av ungum og tí, sum eyðkennir ung, ávirkar fatanina, sum ung hava av sær sjálvum og lívinum.

- Í gransking verður tosað um væntanar-bias; situr tú sum ungfólk og svarar nøkrum spurningum í spurnablaði í eini kanning, so hugsar tú kanska, at tú ikki hevur tað so gott, tí tað hevur tú hoyrt so ofta. Tá er tað miðlingin av ungum og tí, sum eyðkennir ung og ungdómslív, sum er farið at ávirka mátan, tú svarar og fatar teg sjálvan. Og hetta er vandamikið, tí tað ávirkar ikki bara sjálvsfatanina, men eisini granskingarúrslitið. Tað, tú væntar av ungum, kann ávirka, hvussu spurningarnir verða orðaðir. Granskarar hava stóra ábyrgd at orða spurningar rætt og tosa við ung á rættan hátt, opið og ikki løtt við væntanum. Hinvegin, so vita vit, at spurningar og samrøður við ung eru løtumyndir, og tær siga ikki so nógv um støðuna sum heild og um kringumstøðurnar. Men tað, sum tíverri mangan hendir, er, at løtumyndirnar verða forstørraðar til at umboða eitt heilt ættarlið, sum vantrívist, og tað er sera óheppið, tí vit vita, at veruleikin er ikki soleiðis. Vit hava ikki mist eitt heilt ættarlið á gólvið. Tí eigur miðlingin av ungum og ungdómslívi at gerast meiri fjøltáttað.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo