

Facebook hóttir við at steðga brúkarum og miðlum í Avstralia at deila tíðindir, um stjórnin í Avstralia samtykkir lóg um, at Facebook og Google framyvir skulu gjalda lokalum miðlum fyri innihald.
- Tað er ikki við okkara góða vilja, men tað er einasti máti at verja okkum móti eini gongd, sum gongur ímóti øllum logikki og fer at skaða, ikki hjálpa, tíðinda- og miðlavinnuni í Avstralia, skrivar Facebook-stjórin í Avstralia og Nýsælandi, Will Easton, í einum innleggi í dag.
- Um uppskotið verður lóg, so fara vit móti okkara vilja ikki at loyva útgevarum og persónum í Avstralia at deila lokal og altjóða tíðindir á Facebook og Instagram, sigur hann sambært DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo