Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er umráðandi fyri okkum at taka væl ímóti teimum sum velja at búgva í landi okkara. Vit hava havt nógvar tilflytarar.

Tann fyrsti var Grímur Kamban.

Ein annar var ein fimm gamal ára drongur úr Noreg, sum fekk prestaprógv í Kirkjubø, men síðan vann seksti bardagar í Noreg.

Hann verður nevndur tvær ferðir í norska tjóðsanginum: Sverri kongur!

Tað ræður tí um at taka væl móti tilflytarunum so teir gleðast um at vera her.

Eitt einfalt tiltak, sum kundi gjørt mun, hevði verið at bjóða øllum, sum flyta higar, eina bók har faðirvár er prentað bæði á føroyskum og á málinum hjá tilflytarunum.

Hetta er lætt at gera. 

Vit hava yvirlit yvir tey 111 fólkasløgini sum búgva her. Omanfyri hvørt mál verður greitt frá á føroyskum hvar málið verður tosað og av hvussu nógvum.

Tann tilflytari, sum fær eina slíka gávu upp í lógvan frá okkum, og har kann síggja sítt egna mál saman við føroyskum, fer ongantíð at gloyma blíðskapin og fer við góðum áræði undir at læra seg føroyskt.

Zakarias Wang,
valevni Sjálvstýrisfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo