Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vegleiðingarstovan: Færri søkja inn á universitet í Danmark og yvirskipað sýnist at føroyingar fylgja rákinum, har færri hava søkt inn á universitet í Danmark. Gongdin hevur í Danmark sett ferð á kjak, um hví so er; millum orsøkirnar eru smærri árgangir frá miðnám, fleiri ið taka longri sabbatár og eitt minni útboð av útbúgvingum rætta til útlendingar. Serliga er tað lækkingin í umsóknum til útbúgvingar innan vælferðarøkið, sum vekir ans, tí færri søkja inn til sjúkrarøkt, námsfrøði og fólkaskúlalærara.

Tað er tó ikki vist at føroyingar fylgja rákinum, hóast tað kann sýnast soleiðis yvirskipað. Tí meðan færri føroyingar søkja inn á hægri lestur í Danmark samanborið við seinastu 2 árini, eru fleiri umsóknir í ár samanborið við 2019. Á Fróðskaparsetrinum vendur nýggja vetrarupptøkan til sjúkrarøktarfrøði umsóknartølunum frá einari lækking í talið av umsøkjarum til eina hækking í mun til undanfarin ár. Verður vetrarupptøkan tikin burtur er ein lækking í umsóknum samborið við 2019. Hyggja vit eftir tølunum frá Studna, har tað sæst hvussu nógvir føroyingar fáa stuðul, sæst yvirskipað at færri føroyingar lesa, men fleiri lesa í Føroyum samanborið við undanfarin ár.

Færri søkja inn á hægri lestur
Í upptøkutølunum frá felags upptøkuni KOT í Danmark verður skrásett, hvussu nógv søkja við føroyskum miðnámsprógvi, tí ber til hjá okkum at síggja gongdina hjá føroyskum umsøkjarum. Talið av føroyingum, sum hava søkt inn á hægri lestur bæði í Danmark og Føroyum, er lækkað. Uddannelses- og Forskningsstyrelsen vísur í rapportini Søgning 2022 á, at talið av umsøkjarum til universitet í Danmark er lækka við 10%, og at tað eru fleiri orsøkir til lækkingina.

Í árunum 2020 og 2021 vóru umsøkjaratølini til universitet serstakliga høg orsaka av Korona farsóttini. Tí verður samanberingin meira røtt millum 2019 og í ár. Í ár er árgangurin frá miðnám lægri og fleiri taka longri sabbatár. Eisini eru broytingar í útboðum av útbúgvingum við enskum sum undirvísingarmál, ið hevur lækkað talið av útlendskum umsøkjarum.

302 føroyingar søktu inn á universitet í Danmark í ár. Í 2019 vóru 289 umsóknir, í 2020 fór talið upp á 312 og í 2021 fór tað niður á 309. Samanborið við 2019 eru tað fleiri sum søkja inn á universitet í Danmark í ár og taka vit árini 2020 og 2021 við er talan um eina lækking í umsøkjaratølunum. Á Fróðskaparsetrinum eru tølini hækkað í 2022 í mun til 2019, tí Setrið hevur fingið vetrarupptøku aftrat summarupptøku til sjúkrarøktarfrøði. Talið av umsøkjarum til sjúkrarøktarfrøði var í ár 102 harav 64 umsóknir vóru til vetrarbyrjan í 2022. Við vetrarupptøkuni eru 5,4% fleiri umsóknir til Setrið í ár. Uttan vetrarupptøkuna á 64 umsóknir er lækkingin 12% frá 2019 til í ár. Umleið 100 søkja inn á Hægri Nám á Glasir* í ár.

Føroyskar umsóknir til hægri lestur seinastu 4 árini

 

2022

2021

2020

2019

Fróðskaparsetrið

392

455

453

372

Glasir, Hægri Nám*

100

 

 

 

Universitet í Danmark

302

309

312

289

Færri velja sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og fólkaskúlalærara
Uddannelses- og Forskningsstyrelsen vísur eisini í rapportini Søgning 2022 á eina lækking á 27% av umsøkjaratalinum til bæði sjúkrarøktarfrøði, lærara og námsfrøði.

Undirvísingarministari Jesper Petersen sigur á sosialu miðlunum um gongdina: “...især faldet på de store velfærdsfag er bekymrende. Vi har et fælles ansvar for at vende bøtten....”

Lækkingin skapar røring í kjakinum um útbúgving og arbeiðsmarknað, tá tað júst eru hesar útbúgvingar, tørvur er á. Dansk Sygeplejeråd kallar lækkingina eina bumbu undir sjúkrahúsverkið og BUPL (Børne- og Ungdomspædagogernes Landsforbund) kallar tað somuleiðis eina bumbu undir góðskuni á dagstovnum.

Eisini ímillum føroyingar, sum hava søkt inn á universitet í Danmark, valdu færri í ár professionsbachelor útbúgvingar. 91 umsóknir vóru til professionsbachelor útbúgvingar í ár og 102 umsóknir í 2020. Fleiri velja bachelor útbúgvingar, 192 umsóknir vóru í ár meðan tað vóru 187 í 2020.

Hendan gongdin sæst tó ikki millum umsøkjarar á Setrinum. Til sjúkrarøktarfrøði eru væl fleiri umsøkjarar. Eisini eru tað fleiri, sum søkja inn til fólkaskúlalærara, meðan tað eru færri umsøkjarar til námsfrøði.

Umsóknir til Fróðskaparsetrið í 2022 og 2019

 

2022

2019

 

Sjúkrarøktarfrøði

102

73

 

Fólkaskúlalærari

64

52

 

Námsfrøði

55

64

 

Kelda: www.setur.fo

Færri søkja inn á yrkisakademiskum útbúgving
Útgreining hjá Uddannelses- og Forskningsstyrelsen vísir eisini eitt lægri talið av umsøkjarum til hægri lestur á yrkisakademiskum útbúgvingum, við einari lækking á 16% frá 2019 til í ár.

Hendan gongdin sæst aftur í føroyskum umsøkjarum, tá 19 umsóknir vóru til yrkisakademiska útbúgving í ár og 23 umsóknir í 2020. Tá tølini frá 2020 og 2021 eru ávirkað av Korona farsóttini ber ikki til at siga fyri vissu, um talan er um eina lækking yvir fleiri ár ella eina lækking frá høgu tølunum undir Korona farsóttini.

Umsøkjarar við føroyskum miðnámsskúla prógvi í Danmark

 

2022

2021

2020

Yrkisakademiútbúgving

19

21

23

Professionsbachelorútbúgving

91

105

102

Bachelor

192

183

187

Kelda: KOT

Lækkingin í umsóknum til verkfrøði í Danmark hevur fingið IDA (Ingeniørforeningen IDA, fagforening v.m.) til at vísa á, at útbúgvingarskipanin sum heild má taka hædd fyri stóra tørvinum á verkfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum. Ein framgongd á yrkisakademisku útbúgvingunum, sum blaðið Berlingske vísir á, er, at fleiri kvinnur í dag taka útbúgvingar í verkfrøði. Gongdin sæst frá 1990unum, tá 20% av verkfrøðilesandi vóru kvinnur, til at tað í dag eru 30% kvinnuligir verkfrøðilesandi.

Fleiri lesa í Føroyum
302 føroyingar søktu inn á universitet í Danmark, 392 søktu um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum, meðan umleið 100 søkja inn á Hægri Nám* á Glasir. Í mun til Hægri Nám á Glasir er ikki vist at øll eru knýtt til heiltíðarlestur og tí kann ivi verða um, um tey øll eru við í lestrarstuðulstølinum frá Studna. Talið av umsøkjarum í Føroyum liggur tískil omanfyri talið av umsøkjarum í Danmark.

Vit vita hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í 2021 og aftur, útfrá lestrarstuðulstølum hjá Studna. Talvan niðanfyri vísur samla tal av lesandi í Føroyum út frá lestrarstuðli til hægri lestur. Á talvuni sæst, hvussu nógv lesandi lesa aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark útfrá ÚSUN stuðlinum og tølini úr Danmark byggja á ferðastuðul, sum lesandi kunnu søkja.

Fara vit aftur til 2013/14 lesa 838 í Føroyum, 1.423 í Danmark og 258 aðrastaðni. Taka vit til samanberingar tølini frá 2020/21, lesa tað 1.018 í Føroyum. 630 lesa í Danmark og 137 aðrastaðni. Tølini hjá Studna um føroyskt lesandi í Danmark byggja á ferðastuðul og ivi kann vera um, hvørt øll lesandi hava søkt ferðastuðul, men javna broytingin frá 2013/14 og fram vísir sum heild eitt skifti frá at fleiri lesa í Danmark og aðrastaðni, til at fleiri lesa í Føroyum. Hyggja vit eftir tølunum yvirskipað frá 2013/14 og fram til í dag, sæst ein gongd við lækkandi talið av lesandi í alt.

##med2##

*Hægri Nám á Glasir hevur fleiri umsóknar freistir og tískil er uppgerðin frá dagsdato ikki endalig. 32 umsøkjarar vóru á Yrkisakademisku útbúgvingunum, (Tænastubúskapur og Fíggjarbúskapur) 1 juli. 2022. Á hægri útbúgvingunum (HD, AÚ, AFR) vóru umleið 59 umsøkjarar við freist 1 aug. Á diplomútbúgving í leiðslu (DLÚ) eru 10-15 lesandi sum byrja forskotið, meðan á FSÚ er upptøkan ikki byrjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo