Hagstovan: Í oktober vóru slakar 15.300 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru færri enn tað var sama mánað í ár.
Gistinæturnar vóru knappar 1.200 færri í oktober samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í oktober vóru 93% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti, sum í oktober í fjør.
Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum.
Í oktober áttu danir 40% av gistináttunum, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu 33%. Føroyingar áttu 33% av gistináttunum.
Hetta er sama býti sum í oktober í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo