Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Talið av føroyskum valevnum, sum vilja á fólkating, lækkar støðugt.

Hesaferð stilla 60 valevni upp til fólkatingsvalið í Føroyum. So fá valevni hava ikki verið til føroyskt fólkatingsval síðan 1998, tá 60 fólk eisini stillaðu upp.

Seinast, at færri enn 60 valevni vóru til fólkatingsval, var í 1984. 48 bjóðaðu seg fram ta ferðina.

Fyrstu fólkatingsvalini eftir heimastýrislógina var vanligt, at flokkarnir stillaðu í mesta lagi fýra fólk - ella menn - upp hvør. Í 1971 fór Javnaðarflokkurin úr fýra upp í átta valevni, og hinir stóru flokkarnir valdu sama leist á teimum komandi fólkatingsvalunum.

Í 2005 stillaði Javnaðarflokkurin 26 valevni upp, trý fleiri enn Sambandsflokkurin. Tað er tað mesta, sum hevur verið á einstøkum lista til fólkatingsval. 111 valevni vóru í alt ta ferðina, sum eisini er tað mesta nakrantíð.

Talið av listum, sum hevur stillað upp til fólkatingsval, hevur eisini verið skiftandi. Í 1994 og aftur í 2015 stillaðu átta listar upp til fólkatingsvalið í Føroyum.

2022: 60 valevni á seks listum

2019: 63 valevni á seks listum

2015: 62 valevni á átta listum

2011: 74 valevni á sjey listum

2007: 94 valevni á seks listum

2005: 111 valevni á sjey listum

2001: 92 valevni á seks listum

1998: 60 valevni á fimm listum

1994: 86 valevni á átta listum

1990: 64 valevni á seks listum

1988: 97 valevni á sjey listum

1987: 76 valevni á seks listum

1984: 48 valevni á fimm listum

1981: 56 valevni á seks listum

1979: 51 valevni á seks listum

1977: 50 valevni á sjey listum

1975: 30 valevni á fýra listum

1973: 40 valevni á sjey listum

1971: 25 valevni á seks listum

1968: 13 valevni á fýra listum

1966: 12 valevni á trimum listum

1964: 13 valevni á fýra listum

1960: 14 valevni á fýra listum

1957: 12 valevni á trimum listum

1953: 2 valevni á tveimum listum

1953: 10 valevni á trimum listum

1950: 10 valevni á trimum listum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo