Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skipaða fótbóltsumhvørvið í Føroyum, leikararnir, feløgini og FSF, standa við eitt vegamót í dag.

Yvirskipa mugu vit taka støðu til nakrar grundleggjandi spurningar.

Fara vit væl við okkara leikarum, her á markinum millum frítíðar og yrkis fótbólt?

Tað eru fáir leikarar, sum kunnu liva burturav av fótbólti í Føroyum. Allir hinir skulu bæði venja sum ein yrkisleikari, og samstundis røkja vanligt fulltíðararbeiði.

Eitt eftir mínum tykki óvanliga hart og krevjandi lív, sum harafturat í stóran mun sker teg burturúr vanligum familjulívi, tí tú mestsum altíð er upptikin, tá hini hava frí og frítíð.

Harafturat koma ógvusligu skaðarnir, sum bæði sálarliga og likamliga kunnu ávirka persónliga førleikan eftir lokna leiktíð.

Her er tørvur á at greina og viðgera kappingarleist, venjingarhættir, fíggjarligar ræsir hjá feløgum og leikarum. Somuleiðis sponsorar.

Alt við tí fyri eyga, at betra um sjálva grasrótina í fótbóltinum, umstøðurnar hjá leikaranum og felagnum sum mennir hann/hana.

Kvinnurnar fáa alt ov lítið fokus. Tær taka stór dygdarstig í hesum árum, men hava sum heild ov vánaligir umstøður. Her eigur FSF saman við feløgunum at skipa eina greiða menningarætlan, við greiðum setningi um heimliga luttøkutalið, og um mál og mið við okkara kvinnulandsliðum.

Onki er at ivast í at vit skilja leiklutin hjá FSF ymiskt.

Meðan summi síggja FSF sum bureaukratiska soppin, har tú við FIFA-líknandi leiki og kammerataríði, kann tiltuska tær vald og pengar, so eru onnur sum síggja leiklutin hjá FSF, sum eitt fyrsitingarligt organ, sum er longdi armurin hjá feløgunum, tænari um tú vil, og samskipari av felagsvirkseminum hjá øllum feløgunum í landinum.

Herundir landsliðsarbeiði og at tryggja eitt so rímiligt fíggjarligt býti millum øll landsins fótbóltsfeløg.

Eftir mínum tykki hevur FIFAlike hátturin troka ítróttarligu hugsjónirnar og ambitiónirnar til viks í FSF í dag.

Skuggin av blatterismu er nógv týðiligari fyri okkum grasrøtur, enn gott er, og verst av øllum, hann forðar fyri fótbóltsligari menning.

Páll á Reynatúgvu
Fótbóltsspælari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo