Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyska løgreglan hevur upplýst fyri familjuni hjá Guo Xiaona, at tey nú eru við at skráseta málið sum eina altjóða "missing person" eftirlýsing, tí tað kann ikki staðfestast, at hon er deyð, bara at hon er horvin.

- Málið verður ikki longur kannað sum eitt brotsverk. Men um vit fáa nýggjar upplýsingar sum kundu bent á, at eitt brotsverk er framt, so verður málið tikið fram aftur.

Tað er miðilin local.fo sum hevur fingið eina áheitan frá familjuni hjá kinesisku Guo Xiaona, sum hvarv við Trælanípuna fyri umleið fimm vikum síðani. Familjan hevur nú tikið málið í egnar hendur, og tey vilja fegin í samband við fólk sum møguliga hava sæð eitthvørt. Tey hava millum annað verið í samband við staðið, har parið gisti. Og tey hava havt samband við ferðafólk, sum hava verið í Føroyum um somu tíð, men sum skilst alt til fánýtis.

Sjálvi fingu tey ikki boðini um at Guo Xiaona var horvin fyrr enn tveir dagar eftir hendingina. Tey halda tað eisini vera sera løgið at niðurlendski maðurin, hon ferðaðist saman við, og sum hon var gift við, sambært teimum ikki hevur sett seg í samband við kinesisku familjuna eftir hendingina.

Sambært tí familjan hevur sagt fyri local.fo, so stúra tey fyri, at okkurt brotsverk er framt, at kvinnan er burturflutt ella á annan hátt hevur verið fyri einum álvarsligum brotsverki.

- Tað eru nógv illgrunasom viðurskifti í hesum málinum. Vit biðja inniliga um hjálp, sigur familjan, sum bæði hevur verið í samband við føroysku løgregluna og kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo